Portugisi skal venja HBF

Havnar Badmintonfelag hevur sett Paulo Alexandre Pinheiro úr Portugal í starv sum høvuðsvenjari hjá felagnum.

 

Havnar Badmintonfelag hevur sett Paulo Alexandre Pinheiro úr Portugal í starv sum høvuðsvenjari hjá felagnum.

 

Landsliðvenjarin Aritra Nandy er longu knýttur at felagnum saman við øðrum góðum venjarum, men felagið er vaksið í vavið og fleiri og fleiri limir leggjast afturat. Nú er avgerðin tikin, og tað verður ein høvuðsvenjari úr Portugal, ið skal standa á odda fyri badmintonfelagnum í Havn.  Paulo Alexandre Pinheiro var settur í starv í gjár og skal longu í kvøld í eldin á fyrsta sinni.

 

Hann verður høvuðsvenjari í felagnum og fer sostatt at fylgja øllum venjingunum, heilt frá U9 til seniorarnar. Hansara høvuðsfokus er bestu liðini, men hann fer eisini at verða ráðgevi hjá øllum venjarum og skipa fyri venjaraskeiðum.

 

Paulo Alexandre Pinheiro hevur nógvar royndir, bæði sum leikari og sum venjari. Hann hevur sjálvur verið leikari á høgum støði í Portugal.

 

Paulo hevur haraftur royndir innan Para badminton, ið er badminton fyri fólk ið ber fysiskt brek. Para Badminton verður ein ítróttargrein í OL í Tokyo 2020, so BSF, HBF og ÍSB tingast í løtuni hvørjir møguleikar eru í Føroyum. 

 

Fyrsta kappingin, har Paulo fer at stuðla felagnum, er um vikuskiftið. Tá bjóða BSF og Havnar Badmintonfelag til Føroya Tele Open , sum er ein kapping í tvímansleiki.

- Vit í Havnar Badmintonfelag síggja nógv fram til samstarvið og gleða okkum til eitt spennandi kappingarár við stórum og spennandi avbjóðingum, siga tey úr nevndini.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Marjun Niclasen, fráfarandi forkvinna, Paulo A. Pinheiro, høvuðsvenjari og Regin Hammer, formaður í Havnar Badmintonfelag.