Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.03.2018 (21:39)

Premier League: Enn ein venjari koyrdur

Southampton boðar í dag frá, at felagið hevur koyrt venjaran Mauricio Pellegrino. Hann er níggjundi venjarin, sum fær sekkin hetta kappingarárið. Southampton er í løtuni eitt stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, eftir at hava havt fleiri góð ár í Premier League.

 

Mauricio Pellegrino hevur verið venjari hjá Southampton í hálvt annað ár. Felagið skrivar á heimasíðuni, at hjálparvenjararnir, Carlos Compagnucci og Xavier Tamarit, taka fyribils yvir.

 

Undan honum eru Frank de Boer (Crystal Palace), Craig Shakespeare (Leicester), Ronald Koeman (Everton), Slavan Bilic (West Ham), Tony Pulis (WBA), Paul Clement (Swansea), Mark Hughes (Stoke) og Marco Silva (Watford) koyrdir frá í hesum kappingarárinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her