Premier League: So reyk enn ein venjari

Fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum er ein venjari koyrdur

Ronald Koeman er triði venjarin, sum hevur fingið sekkin í Premier League hetta kappingarárið, hóast bara níggju umfør eru spæld. Everton tapti í gjár 5-2 fyri Arsenal og tað bleiv seinasti dysurin hjá hollendinginum sum venjari hjá Everton.

 

Ronald Koeman, sum bleiv settur farna summar, er komin í mótvind eftir eina vánaliga byrjan upp á hetta kappingarárið. Liðið hevur bara vunnið tveir dystir og liggur undir niðurflytingarstrikuni.

 

Everton keypi væl inn í summar, har spælarar sum Gylfi Sigurdsson, Wayne Rooney og Michael Kean, Jordan Pickford, Davy Klaasen og Sandro Ramirez, meðan stóran frágongdin er Romelu Lukaku.

 

Everton hevur alment kunngjørt tíðindini. Ronald Koeman er triði venjarin, sum verður koyrdur í hesum kappingarárinum. Longu aftaná fýra umfør bleiv Frank De Boer koyrdur í Crystal Palace og fyri kortum bleiv Craig Shakespeare koyrdur í Leicester.