Premier League: Venjarakabalin gongur aftur upp

Venjarakabalin í Premier League hevur nú aftur tjúgu venjarar

Fyrr í dag setti West Bromwich Alan Pardew sum nýggjan venjara, og nú hevur Everton sett fyrrverandi enska landsliðsvenjaran, Sam Allardyce, sum venjara. Sostatt hava øll tjúgu feløgini í Premier League venjara aftur.

 

Les eisini: Hesin skal bjarga West Brom

 

Everton setti farna kappingarár Ronald Koeman sum nýggjan venjaran, men hóast liðið keypti væl inn í summar, so hevur ikki eydnast at finna ein avloysara fyri Romelu Lukaku, ið fór til Manchester United.

 

Les eisini: United er størsti avbjóðarin

 

Tað verður mett sum eina av høvðusorsøkunum til, at tað hevur gingið so illa hetta kappingarárið, har Everton er bara tey stig frá niðurflytingini. Fyri kortum bleiv Ronald Koeman koyrdur, meðan David Unsworth hevur verið fyribils venjari, men ikki við góðum úrslitinum.

 

Nú er tað so fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Sam Allardyce, ið skal fáa skil á Everton, sum í kvøld spælir móti West Ham. West Ham er eitt av teimum fimm feløgunum, sum hava skift venjara hetta kappingarárið.

 

Tey fimm venjaraskiftini:

Crystal Palace: Frank De Boer út – Roy Hodgson inn

West Ham: Slavan Bilic út – David Moyes inn

Leicester City: Craig Shakespeare út – Claude Puel

West Bromwich: Tony Pulis út – Alan Pardew

Everton: Ronald Koeman út – Sam Allardyce inn