Profilarnir halda fram

Toppskjúttin og uppleggjarin halda fram í barndómsfelagnum NSÍ.

NSÍ fer komandi tvey árini framvegis at hava gagn av at hava tveir av sínum avgjørdu lyklaleikarum í hópinum. Tað er greitt, nú felagið í kvøld hevur longt um sáttmálarnar við Klæmint A. Olsen og Árna Frederiksberg.


Javnan hevur áhugi verið fyri Klæminti úr útlondum, og Árni hevur áður verið settur í samband við eitt skifti til KÍ, men tað verður so ikki í hesi syftu, at teir skifta. Nýggju sáttmálarnir eru galdandi fyri kappingarárini 2018 og 2019.


26 ára Klæmint A. Olsen hevur seinastu fýra árini verið toppskjútti í Effodeildini, og tað er hann eisini í løtuni við 11 málum higartil hetta kappingarárið. Tilsamans hevur hann skotði 144 mál í 234 dystum í Effodeildini.


Árni Frederiksberg er 25 ára gamal. Hann útmerkar seg við mongum uppleggum, men hann hevur eisini máltev og hevur skotið tilsamans 54 mál í 172 dystum í Effodeildini. Higartil í ár hevur hann skotið fýra mál.