PSG vil hava United-leikara

Hann kann skifta ókeypis næsta summar.

Sáttmálin hjá belgiska Marouane Fellaini við Manchester United gongur út næsta summar, og tað okkurt, ið bendir á, at hann ikki heldur fram í felagnum. Fleiri feløg sigast eisini vera áhugað at fáa fatur á honum.


Sambært Le10 Sport, so er franska stórfelagið PSG áhugað í at leggja 30 ára gamla Fellaini afturat hópinum hjá sær næsta summar, tá ið hann altso – sum nú er – kann skifta púra ókeypis úr Manchester United.


Sum skilst á bretskum miðlum, so hevur Manchester United bjóðað honum ein nýggjan sáttmála, men partarnir eru tó ikki eri komnir ásamt um nakað enn, og United kann fáa tað trupult við at fáa hann at verða verandi.


Marouane Fellaini hevur spælt við Manchester United síðani septembur 2013, tá ið fyrrverandi venjari hansara í Everton, David Moyes, fekk hann við sær til Manchester fyri áleið 230 milliónir krónur.


Tað eru fleiri feløg, ið sigast at vera áhugað í Marouane Fellaini. Ímillum teirra eru turkiska Besiktas og spanska Valencia.