Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.06.2018 (13:02)

Rannvá: Tendri sjónvarpið so skjótt eg komi heim

Rannvá B. Andreasen, sum til dagligt spælir við KÍ, ætlar sær at síggja so nógv, sum hon klárar. Hon heldur vanliga við Hollandi, men teir eru ikki við, tá HM-endaspælið byrjar í morgin.

 

Hon minnist best HM-endaspælið í USA í 1994, har hon hevði gott eyga á Roberto Baggio, ið endaði sum syndabukkurin í brotssparkskappingini í finaluni.

 

In.fo: Hvørjum heldur tú við til HM og hví?

Rannvá: Av tí at Holland ikki er við, so fari eg at halda við Týsklandi. Tað er altíð stuttligt at síggja Týskland spæla. Teir hava altíð nógvar góðar spælarar við. Hóast teir altíð hava fleiri stjørnur á liðnum, so fáa teir altíð liðið at virka sum eina eind.  Eg gleði meg eisini, at síggja Ísland og Danmark spæla!

 

Hvussu fert tú at fylgja við HM?

Nógvir dystir veðra mitt um dagin, og tíðiliga upp á kvøldið, so eg vanti ikki, at eg komi at síggja nógvar dystir. Men komi heilt avgjørt, at tendra sjónvarpið, so skjótt eg komi heim. 

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

Eg vænti, at Brasil kemur langt.

 

Hvat HM endaspæl minnist tú best og hví?

1994 í USA. Eg minnist væl dystin um 3. plássið, sum Svøríki vann á Bulgaria. Hristo Stoichkov hevði eitt fantastiskt HM! Og so minnist eg finaluna millum Brasil og Italia. Eg helt við Italia, og serliga Roberto Baggio. So tað var ikki stuttligt, at hann endaði sum syndabukkurin, við at brenna brotsspark í brotssparkskappingini.

 

Hvørjum spælara væntar tú tær mest av?

Eg vænti, at Toni Kroos kemur at verða fantastiskur fyri Týskland. Eg giti eisini, at Neymar kemur at brilliera. 

 

Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar?

Vit kunna gott nevna Ongland, men teir hava floppað í so nógva ár nú. Tí eg sigi bara Danmark. Eg vænti eisini, at Mohamed Salah floppar, tí øll vænta so nógv av honum.

 

Les eisini: - Salah floppar til HM (Fríðin Ziskason)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her