Leita á in.fo

Fríggjadagin millum klokkan 15.05 og 16 hevur Rás2 upptakt til steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini

Heri Simonsen 16.02.2017 (22:55)

Rás2 hevur upptakt til steypafinalurnar

Seinnapartin fríggjadagin millum klokkan 15.05 og 16 hevur Rás2 upptakt til steypafinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini. Umboð fyri øll finaluliðini Rásarúmið, og eitt umboð fyri HSF vitjar eisini Rásarúmið.

 

Brynja Høj hjá Neistanum og Turið Arge Samuelsen vitja Rásarúmið til eitt prát um steypafinaluna hjá kvinnunum, og venjarin hjá StÍF monnum, Tomasz Zilberberg, og venjarin hjá H71, Sonni Larsen vitja Rásarúmið til eitt prát um steypafinaluna hjá monnum. Somuleiðis vitjar Hallur Danielsen frá HSF.

 

Sendingin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Sendingin verður endursend leygardagin millum klokkan 12 og 13.

 

Í sendingini verður ein sms-kapping, har burturlutaði verða tvey atgongumerki til steypafinalurnar leygardagin, og so verða eisini tvey atgongumerki burturlutaði til tær yngru finalurnar, sum verða spældar sunnudagin. 

 

Prátini koma eisini út á in.fo.