Leita á in.fo

Hoyr upptaktsprát við umboð fyri Fleyr, Mjølnir, Dráttur, ÍF og TB, sum øll hava lið, ið spæla í hálvfinalunum í steypakappingini í flogbólti í KÍ-høllini í morgin (Mynd: fbf.fo)

Heri Simonsen 09.02.2018 (18:50)

Rás2: Seks steypahálvfinalu upptaktsprát

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seks upptaktsprát um flogbólt, sum Óli G. Samuelsen gjørdi í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

Óli G. Samuelsen prátaði við umboð fyri Fleyr, Mjølnir, Dráttur, ÍF og TB.

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við feðgarnar, Jørgen Niclasen (SÍb) og Julian Vest Niclasen (SÍa) hoyrist HER

 

Tey sum Óli G. Samuelsen prátar við á hesari ljóðfíluni eru:

 

1) Lena Hallgren (Fleyr)

2) Jóhann Lützen (Mjølnir)

3) Jan Johannesen (Dráttur)

4) Bjarni Larsen (ÍF)

5) Otto Gram (TB)

6) Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari hjá monnum.

 

Dystirnir í KÍ-høllini í morgin eru annars hesir:



13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir  (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)

 

 

Rás2 sigur frá øllum hálvfinalunum. Til ber at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her