Leita á in.fo

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá hálvfinalunum, sum verða leiktar í Hoyvíkshøllini í kvøld

Heri Simonsen 07.02.2018 (09:30)

Rás2 sigur frá H71-Kyndil og H71-Neistin í kvøld

Í kvøld verður byrjað at leika fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini í hondbólti, og Rás2 er sum vant á staðnum.

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge, frásøgumenn hjá Rás2 siga frá teimum báðum dystunum, sum verða spældir í Hoyvíkshøllini í kvøld.

 

Talan er um dystirnar H71-Kyndil, kvinnur, sum byrjar klokkan 18.30, og H71-Neistin, menn. Mansdysturin byrjar klokkan 20.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7. FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður, samanumtøkur o.a. tilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her