Leita á in.fo

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá Skála-KÍ og NSÍ-HB, ið báðir byrja klokkan 15

Heri Simonsen 15.04.2018 (13:25)

Rás2 sigur frá Skála-KÍ og NSÍ-HB

Sunnudagin seinnapart sendir Rás2 fótbólt frá klokkan 13 til klokkan er farin av 18.

 

Klokkan 13 til 14 verður fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursent.

 

Klokkan 14 til 15 verður upptakt til 6. umfar í betrideildini, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri.

 

Klokkan 15 til 17 siga Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá dystunum NSÍ-HB við Løkin í Runavík, og dystinum Skála-KÍ. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum: 07 Vestur-B36, EB/Streymur-Víkingur og Suðringar-B36.

 

Klokkan 17 til 18 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni. Prátað verður við umboð fyri øll betrideildarliðini hjá monnum.

 

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út in.fo seint seinnapartin og um kvøldið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her