Rasmus verður ikki revsaður

Kyndil fær ikki viðhald í kæruni um Rasmus Søby


Aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya hevur havt úr at gera um vikuskiftið.

Fyrr í dag kundi in.fo kunngera, at kyndilsleikarin, Rógvi Dal Christiansen, hevur fingið tveir daga leikbann, og nú er avgerð tikin um neistaleikaran, Rasmus Søby, ið eisini var í brennideplinum mikukvøldið.

 

Kyndil kærdi eftir hálvfinaluna mikukvøldið, Rasmus Søby fyri atburðin í teimum trimum hálvfinalunum.

Serliga var dentur lagdur á tvær støður, greiðir Salua Manai, nevndarlimur hjá Kyndli frá.

Onnur støðan er, at Rasmus Søby skal hava spýtt eftir Bartali Klein Olsen á veg út til eitt time-out.

Hin støðan er í 24. minutti av dystinum mikudagin, tá ið Kyndil metir, at Rasmus Søby sparkar Rógva Dal Christiansen í høvdið í eini støðu har teir báðir liggja á gólvinum.

 

Hondbóltssambandið hevur nú viðgjørt kæruna, og hevur avgjørt at ikki revsa Rasmus Søby.

Tað verður ikki mett at tað kann prógvast at hesar støður eru farnar fram við vilja.

 

Nevndarlimurin í Kyndli greiðir frá, at hendan avgerðin var helst væntað, tí at tað er torført at meta útfrá videobrotunum.

Kortini hevur Kyndil tikið málið upp, millum annað fyri at varpa ljós á, at slíkar støður ikki kunnu góðtakast. Hetta er ein roynd at verja spælararnar - og ikki bert spælararnar hjá Kyndli, greiðir Salua Manai frá.

 

Sostatt sleppur Rasmus Søby at spæla fyrsta finaludystin millum H71 og Neistan, ið verður leiktur sunnukvøldið klokkan 18.00.

 

Kyndil hevur enn ikki tikið støðu til um avgerðin hjá aganevndini verður kærd.