Ravnur vann FM

Kurvabóltsfelagið av Toftum hevur í dag á fyrsta sinni vunnið FM í kurvabólti hjá monnum

Kurvabóltur, ið er ein lutfalsliga nýggj ítróttargrein í Føroyum, hevur seinastu tvey árini av álvara fótað sær. Í fjør var talan um fyrstu ferðina at landskapping var spæld í Føroyum, og eydnaðist tað so mikið væl, at hildið var fram aftur hetta kappingarárið.

 

Trý lið hava kappast í kurvabólti hjá monnum í landskappingini í ár, sum hava verið Sporðdrekin og Hamar úr Havn, umframt Ravnur av Toftum.

 

Í dag var so FM-finalan í kurvabólti spæld, sum var millum Ravn av Toftum og Sporðdrekan úr Havn.

 

Undan dystinum var Ravnur av Toftum ein rímiliga stórur favorittur, av tí at teir hava ligið nummar eitt tað mesta av kappingarárinum.

 

Og tað var eisini Ravnur av Toftum, ið vann FM-finaluna í ár, og harvið tryggjaði sær fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins. Dysturin endaði við einum 63-38 sigri til Ravn. Í hálvleikinum var tó lítið sum bendi á ein so greiðan sigur til Ravn, tí tá var støðan 30-25 til Ravn.

 

Herfrá verður ynskt Ravni hjartaliga til lukku við fyrsta FM-heitinum.