Leita á in.fo

André Olsen 12.06.2018 (16:05)

Real Madrid hevur sett nýggjan venjara

Tað kom óvæntað, tá Zinedine Zidane eftir Champions League sigurin í Kiev fyri trimum vikum síðani valdi at takka fyri seg í spanska stórfelagnum, Real Madrid, har Zidane seinastu trý árini hevur vunnið Champions League tríggjar ferðir og heimligu deildina einaferð.

 

Líka síðani tíðindini um Zidane komu út, hevur dúgliga verið skrivað um, hvør nýggjur Real Madrid venjari fer at vera. Venjarar sum Arsene Wenger, Antonio Conte og José Mourinho hava allir verið settir í samband við Real Madrid.

 

Men tað verður ein heilt annar. Tí í dag hevur Real Madrid nevniliga kunngjørt, hvør nýggjur venjari fer at vera. Tað er spanski venjarin, Julen Lopetegui, sum í løtuni er spanskur landsliðsvenjari. Lopetegui byrjar í Real Madrid, tá HM-endaspælið verður liðugt í summar.

 

Sum venjari hevur Julen Lopetegui nógvar royndir. Í 2008 til 2009, vandi Julen Lopetegui næstbesta liðið hjá Real Madrid, og síðani vandi hann ungdómslandslið hjá Spania í nógv ár, áðrenn hann frá 2014 til 2016 stóð á odda fyri Porto í Portugal. Seinastu tvey árini hevur Julen Lopetegui so verið landsliðsvenjari hjá Spania, men tað verður hann bara til HM-endaspælið verður liðugt spælt, tá hann altso tekur við sum nýggjur venjari í Real Madrid. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her