Real Madrid tapti aftur

Annan dystin upp í slag tapti Real Madrid. Hesa ferð fyri Fernando Torres og Atletico Madrid

Eftir at hava vunnið yvir tjúgu dystir upp í slag, so hevur Real Madrid tapt tveir teir fyrstu dystirnar í 2015. Fyrstu taptu teir í landskappingini fyri Valencia, og í kvøld taptu 2-0 teir fyri Atletico Madrid í áttandadeils finaluni í sponsku steypakappingini.

 

Les eisini: So tapti Real Madrid

 

Dysturin var sermerktur við, at Fernando Torres spældi sín fyrsta dyst fyri Atletico Madrid, eftir skiftið frá AC Milan. Fernando Torres er uppvaksin í Atletico Madrid, áðrenn hann í 2007 skifti til Liverpool.

 

Les eisini: Ronaldo næstmesti verdi spælari í heiminum

 

Real Madrid byrjaði við Cristiano Ronaldo á bonkinum og hevði ilt við at trýsta heimaliðið. Hol kom á í seinna hálvleiki, tá Sergio Ramos bleiv dømdur fyri at hála Raul Garcia umkoll í brotsteiginum. Raul Garcia umsetti sjálvur til 1-0.

 

Les eisini: Martin Ødegaard til Real Madrid

 

Eitt korter fyri økti Jose Gimenez til 2-0, tá hann stútaði eitt hornaspark í mál. Cristiano Ronaldo kom inn í seinna hálvleiki, men hann kom ongantíð ordiliga inn í dystin. Um eina viku møtast liðini á Santiago Bernabeu til seinnu áttandadeilds finaluna.

 

Copa del Rey:

Í dag:

Atletico Madrid – Real Madrid 2-0

Villareal – Real Sociedad 1-0

Almeria – Getafe 0-1 (Hálvleikur)

Valencia – Espanyol 1-0 (Hálvleikur)

 

Í gjár:

Celta Vigo – Athletic Bilbao 2-4

Malaga – Levante 2-0

 

Í morgin:

Granada – Sevilla (19:00)

Barcelona – Elche (21:00)