Real Madrid vil hava Zlatan

37 ára gamli stjørnuáleyparin kann vera loysnin upp á trupulleikarnar í spanska stórfelagnum.

Zlatan Ibrahimovic hevur nakrar ferðir framt stór og óvæntað skifti, og nú røkist fyri, at hann sum 37 ára gamal møguliga nær at gera eitt óvæntað skifti afturat. Í dag sigur spanskt útvarp seg nevniliga vita, at Real Madrid hevur ætlanir um at fáa fatur á svenska áleyparanum.


Tað er viðurkendi tíðindamaðurin hjá Cadena COPE, Manolo Lama, sum sigur seg vita, at Real Madrid fyrireikar eitt boð upp á Zlatan Ibrahimovic. Manolo Lama hevur omanfyri eina hálva millión fylgjarar á twitter, harav eisini fleiri kendar fótbóltsspælarar.


Real Madrid hevur seinastu tveir dystirnar tapt fyri Alaves og Levante. Einans eitt mál er skotið seinastu fýra dystirnar, og liðið er í løtuni nummar sjey í sponsku deildini. Tað verður hildið, at Zlatan Ibrahimovic er eitt gott boð upp á ein, ið skjótt kann loysa trupulleikarnar.


Hóast hann er 37 ára gamal, so er Zlatan framvegis í góðum formi. Hann hevur skotið 22 mál í 26 MLS-dystum fyri LA Galaxy og er í løtuni næstovastur á toppskjúttalistanum í USA. Hann hevur sáttmála fram til við endan á 2019, men Real Madrid ætlar sær hann longu nú í vetur.


Amerikanskir miðlar spurdu Zlatan Ibrahimovic um leysasøgurnar um vikuskiftið, og tað stóð eftir, at hann ikki heilt vildi vísa søgunum aftur. Hann segði tó, at hann ikki hugsaði um leysasøgur, tí at liðið hjá honum, LA Galaxy, er á veg í endaspælið, og at hann hugsavnar seg um tað.