Rebekka fekk bronsu

OYGGJALEIKIR: Rebekka Fuglø rann seg seinnapartin til eitt bronsuheiðursmerki á 1500 metra teininum

Frælsur ítróttur vann seinnapartin enn eitt heiðursmerki, tá tað eydnaðist 24 ára gomlu Rebekku Fuglø at koma á mál sum tann triðja av teimum 11 rennarunum, ið byrjaðu kappingina. Hon telist millum tey royndastu og hevur verið við á oyggjaleikum síðani í Álandi í 2009.

Kappingin um gullið í dag stóð mest millum Annu Tait úr Orknoyggjum og Rachael Franklin av Manoynni, ið vóru sera javnar, men fimm-seks sekund aftan fyri tær eydnaðist Rebekku at halda Gemmu Dawkins av Jersey aftan fyri seg við tíðini fýra minuttir og 30,20 sekund.

Fyrr í dag runnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, Elisabet Holm Simonsen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Oddvør Josephsen boðrenning, 4x100 metrar, og har settu tær nýtt føroyskt við tíðini 52,66 sekund, sum var bara 13 hundraðpartar av einum sekundi frá at røkka í finaluna.