Pætur Albinus 20.02.2017 (17:35)
Rebekka vann DM-bronsu
Danmarksmeistaraheitið í innandura frælsum ítrótti hevur verið í Skive um vikuskiftið. Eftir ætlan skuldu tveir føroyingar luttaka, men av tí at Tórur Mortensen gav avboð vegna skaða, var tað einans Rebekka Fuglø úr Treystinum, ið luttók.
Tað eydnaðist Rebekku at fáa eitt sera gott úrslit á 1500m-teininum, har hon í innleiðandi umfarinum rann teinin við tíðini 4.30,71, ið var tætt við føroyska metið, sum hon sjálv eigur. Metið er 4.29,60.
Tíðin var ríkiliga góð til at koma í finaluna, har hon rann tíðina 4.35,04. Hóast hendan tíðin ikki var eins góð sum í innleiðandi, so var hetta nóg mikið til at fáa eitt triðja pláss. Hon vann harvið DM-bronsu.
Bronsan hjá 23 ára gamla rennaranum úr Norðdepli varð vunnin á sjálvari málstrikuni, tí kvinnan á fjórða plássi, Josefine Rytter, endaði einans 0,09 sekund aftanfyri. Line K. Schulz vann gull við tíðini 4.26,55.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
VFF Cup: NSÍ, B36, TB og AB hava vunnið sínar dystir |
|
FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu |
|
Stríðsval í FSF: Hesir komu í starvsnevndina |
|
Jan er stóri spælarin hjá Tottenham |
|
UEFA kannar Sergio Ramos |
|
VFF-Cup: Norskur spælari skal spæla við HB |
|
Maðurin handan “Class of 92” deyður |
|
Kyndil-H71 32-26: Dystarendin og samrøður (FM1) |
|
Kvinnudeildin minkar niður í fimm lið |
|
H71-VÍF 25-26: Dystarendin og samrøður (FM1) |
|
KÍF-Neistin 25-25: Dystarendin og samrøður (FM1) |
|
Stjørnan-Kyndil 19-34: Samrøður frá FM1 |
|
Eyðun Klakstein í Fótbóltspanelinum |
|
Størri at vinna FM sum venjari enn spælari (FM1) |
|
Siga frá Kyndil-H71 og KÍF-Neistin í kvøld |
|
Flogbóltur: Ikki so upplagt sum stigatalvan sigur |
|
Simeone hevur longt sáttmálan við Atletico Madrid |
|
Stórur steypahálvfinaludagur í Klaksvík í morgin (FM1) |
|
Kyndil er favorittur - opið í hinum hálvfinalunum (FM1) |
|
Flogbóltur: Mjølnir aftur á tindunum |
|
Siga frá øllum fýra steypahálvfinalunum í flogbólti |
|
Fýra suðuramerikonsk lond ætla at skipa fyri HM í 2030 |
|
Skúlatelving í Íslandi um vikuskiftið |
|
Jón: Mjølnir hevði fyrimun av heimavøllinum (FM1) |
|