Remy aftur bestur

Remy G. Hansen vann 7. umfari FM kappingini

Í fyrru kappingini, sum er við styrkismeting og bólkaspæli, vann Remy G. Hansen enn eina ferð. Hann er í løtuni á odda í FM kappingin. Á veg til finaluna í A-bólkinum vann hann á bæði Peturi Thomsen, sum er nummar tvey, og Jens Albert Simonsen, sum er nummar trý.

 

Í finaluni vann Remy G. Hansen á Jan McIntosh, sum ikki hevur staðið seg so væl í FM kappingini higartil. Í B-kappingini vann Uni Árting, eftir ein finalusigur á Jørgen Meitelberg. Hann gjørdi eisini bart í steypakappingini, har allir kunnu møta øllum. Uni Árting vann finaluna á Allani við Rætt.

 

Hjá kvinnunum vunnu Maibritt Hvíthamar og Gunnbjørg Thomasen. Samanlagt vóru 48 luttakarar til FM kappingina, sum var í hølunum hjá Havnar Dartfelagi. 37 mannfólk og 11 kvinnur.