Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.01.2017 (15:08)

René kemur ikki heim

René Shaki Joensen skiftir ikki til HB. In.fo skrivaði í farnu viku, at HB og René Shaki Joensen vóru í samráðingum um eitt møguligt skifti. Í dag hevur landsliðsspælarin váttað fyri In.fo, at hann hevur valt at halda fram í Vendsyssel.

 

Les eisini: HB í samráðingum við landsliðsspælara

 

René Shaki Joensen, sum er uppvaksin í HB, hevur hvat trupult við at vinna sær fast pláss á liðnum hjá Vendsyssel. Tí hevur hann umhugsa møguleikan at skifta. Tað stóð honum eisini í boðið at skifta til Bodø/Glimt, sum spælir í næstbestu deildini í Norra.

 

Vendsyssel hevur í seinastuni fingið nýggjar íleggjarar og kendi danski venjarin, Erik Rasmussen, er komin í leiðsluna í felagnum. Vónin er, at felagið at kann vinna seg fram í bestu deildina í Danmark.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her