Leita á in.fo

Hoyr samrøðuna André Olsen hevði við René Shaki Joensen í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin

Heri Simonsen 18.08.2017 (13:45)

René stórtrívist í Grindavík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við René Shaki Joensen í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 fyrrapartin.

 

René Shaki Joensen hevur fingið eina góða byrjan á miðvøllinum hjá Grindavík í bestu íslendsku deildini, har hann er byrjaður inni í tveimum teimum fyrstu dystunum síðani hann kom til Íslands. René hevur eisini lagt upp til mál.

 

René Shaki Joensen viðgongur, at tað kann væl verða, at støðið er nakað lægri enn tað støðið hann spældi á í Danmark, men í Grindavík hevur hann ein venjara, sum vísir honum álit og gevur honum spælitíð, og tað hevur nógv at siga fyri hann. Hann vónar eisini, at um hann ger tað gott í íslendskum fótbólti, so kann tað føra hann til eina størri fótbóltsdeild uttanlands.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her