Leita á in.fo

Róaldur Jakobsen heldur, at B36 hevur spælt tveir góðar hálvleikir í tveimum dystum higartil (Savnsmynd)

Heri Simonsen 19.03.2017 (20:00)

Róaldur: Er brotsspark dømt so er tað brotsspark

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við brotssparksmálskjúttan hjá B36, Róaldur Jakobsen aftaná 1-1 javnleikin hjá B36 ímóti KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag.

 

Um støðuna, sum førdi til brotssparkið, sum B36 fekk tillutað er Róaldur Jakobsen ikki so ræðuliga avgjørdur, men hann undirstrikar, at hevur dómarin dømt brotsspark, so er brotsspark.

 

Róaldur Jakobsen er ikki so ræðuliga fegin um úrtøkuna aftaná tveir dystir, har B36 hevur spælt javnleik 1-1 ímóti báðum teimum fremstu liðunum í fjør. Róaldur heldur, at tað hevði verið frægari at vunnið annan og tapt annan, og so heldur havt trý stig enn tvey stig.

 

Róaldur Jakobsen staðfestir, at B36 hevur nú spælt tveir góðar hálvleikir. Fyrra hálvleik í fyrsta dystinum ímóti Víkingi, og nú seinna hálvleik ímóti KÍ í dag. Hinvegin hevur so verið talan um tveir slakari hálvleikir.