Roger ikki venjari

Svenskarin verður ikki venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn

Í kvøld verður fyrsta venjingin hjá samanlagda liðnum úr Suðuroynni. Tað verður tó uttan Roger Franzen, sum annars skuldi verða komandi venjari hjá felagsliðnum.

 

Suðurrás boðar frá, at 52 ára gamli venjarin ikki er komin til landið, og hevur broytt hugsan. Roger Franzen er 52 ára gamal og hevur royndir sum venjari í Allsvenskuni, sum er besta deildin í Svøríki. Hann hevur verið venjari hjá Sundsvall, Hammerby IF og Huddinge.

 

Tað verða Karl Øster og Palli Augustinussen, sum koma at standa fyri venjingini, til ein venjari er funnin.