Leita á in.fo

Tróndur Arge 20.03.2017 (08:10)

Rói er ein klassa málverji

B36 og KÍ spældu í gjár javnleik 1-1 í Gundadali í 2. umfari í Effo-deildini. Longu aftaná eitt korter mátti Tórður Thomsen av vøllinum vegna sjúku. Í hansara stað kom 17 ára gamli Rói Mørk Hentze, ið spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini. Tað kom hann bara væl frá.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna

 

- Tað er gott at vit hava ein klassa málverja í Róa at koma inn. Hann spældi væl og kundi einki gera við málið hjá teimum, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Les eisini: Samandrátturin frá B36-KÍ 1-1

 

Hann letur illa at fyrra hálvleiki, har tað eydnaðist KÍ at leggja árstalsfelagið undir trýst. Tað er ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at B36 kemur til sín rætt.

 

Les eisini: Brotssparkið kann verjast

 

- Eg haldi, at vit koma uppiborið upp á javnleik 1-1. Eg haldi eisini, at um vit spældu eina løtu afturat, so høvdu kanska vunnið, sigur Jákup á Borg.

 

Les eisini: Tórður Thomsen situr nátt á sjúkrahúsinum

 

Hoyr eisini hvat nýggi venjarin hjá B36 hevur at sita um slipsi og skjúrtuna, sum bæði blivu luftaði í dag, hóast veðrið til tíðir var avbera ringt.

 

B36-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Semir Hadzibulic

1-1: Róaldur Jakobsen br