Leita á in.fo

Ahmed Keita hjá Giza Hoyvík. Myndin er frá fyrsta umfari í Løgmanssteypinum í fjør, tá Giza Hoyvík óvæntað vann á B68

Danjal av Rana 20.09.2017 (12:20)

Rok í 1. deild: Nú eru hoyvíkingar illir

In.fo skrivaði í gjár um hvussu FSF flutti heimadystin hjá AB móti suðuroyarliðnum, uttan at AB hevði góðkent hetta.

 

Dysturin skuldi upprunaliga spælast í gjárkvøldið, men suðringar bóðu um at dysturin varð fluttur til mánakvøldið sum var. Hesum sýtti AB, og FSF ásetti tí dystin, av sínum eintingum letur til, at skula spælast í annaðkvøld. 

 

Í gjárkvøldið komu so boð um, at dysturin nú er fluttur til komandi mikukvøld, 27. septembur. Sambært Róin Schrøter, formanni í kappingarnevndini hjá FSF, er avgerðin tikin í sátt og semju millum feløgini.

 

Botnstríðið verður ávirkað

Eitt felag er tó ikki nøgd við hesa avgerð. Tað er felagsliðið í Hoyvík, Giza Hoyvík. Grundin til teirra ónøgd er, at Giza Hoyvík og TB/FC Suðuroy/Royn eru í einum tøttum niðurflytingarstríði í botninum í 1. deild. Giza Hoyvík liggur nummar 7 við 29 stigum, B36 nummar 8 við 24 stigum og suðringar nummar 9, eisini við 24 stigum, men hava spælt ein dyst minni. Aftast liggur ÍF, sum einki stig hevur vunnið enn.

 

AB liggur langt fremst í deildini og skal vinna ein dyst afturat fyri at vinna deildina. Eftir leikskránni skuldi tað verið móti TB/FCS/Royn, men nú tann dysturin er útsettur, verður tað í staðin grannauppgerðin móti Giza Hoyvík í Hoyvík, sum verður høvi hjá argjamonnum at staðfesta, at teir eru besta liðið í deildini.

- Hetta broytir beinleiðis fortreytirnar hjá okkum í kappingini, sigur Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík. Heldur enn at suðringar skulu møta einum topptendraðum AB-liðið, sum hevur alt at spæla um, skulu vit nú gera tað, sigur hann.

 

- Eg vænti, at vit høvdu kunnað gjørt ein vørr móti einum AB-liðið, sum longu hevði vunnið deildina og fingið eitt stig ella øll trý. Í staðin skulu vit spæla móti einum AB-liðið, sum hevur alt at vinna, meðan nærmastu kappingarneytarnir hjá okkum sleppa at spæla móti einum AB-liðið, sum kanska longu hevur vunnið alt. Tað sigur seg sjálvt, at tað broytir fortreytirnar, sigur Kenneth Hovgaard.

 

Suðringar kunnu styrkja liðið

- Umframt at AB-liðið kanska er minni uppsett, fær Suðuroyarliðið nú høvi at stilla við sterkastu manning, við hjálp frá so mongum Effo-leikarum, teimum lystir, tí tað fer ikki at ávirka Effo-liðið hjá teimum, at onkrir spæla ein dyst í miðviku, sigur Kenneth Hovgaard.

 

Hevði dysturin verið spældur sum upprunaliga ætlað, í gjárkvøldið, mátti TB/FCS/Royn havt í mentu, at Effo-deildin skal spæla í dag og tí høvdu teir møguliga verið noyddir at spart onkrar spælarar. Hevði dysturin verið spældur hósdagin er hugsandi, at onkrir av spælarunum høvdu spælt við Effo-deildini mikudagin, og tí høvdu verið antin leikbannaðir ella ov troyttir at spæla longu hósdagin eftir.

- Nú dysturin er fluttur til mikudagin fáa ungu Effo-leikararnir hjá suðuroyarliðnum nokk av tí at koma fyri seg aftur áðrenn næsta Effo-dyst, sigur Kenneth Hovgaard.

 

Kenneth Hovgaard heldur, at hetta er enn eitt tekin um, at 1. deild verður niðurraðfest.

- 1. deild verður ikki mett sum annað enn ein eykadeild hjá Effo-hópunum. Orsøkin til, at dysturin millum AB og TB/FCS/Royn ikki kann spælast í kvøld er, at tá spælir Effo-hópurin hjá suðringum. Men hví er tað ein haldgóð grundgeving? Suðringar hava lið tilmeldað í øllum teimum trimum ovastu deildunum, teir munnu klára at manna tvey, hóast tey spæla sama dag, heldur Kenneth Hovgaard.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her