Ronaldo ikki mansvardur

Landsliðsvenjarin ætlar ikki at mansverja Cristiano Ronaldo

Lars Olsen metir ikki, at tað er rætt at mansverja Cristiano Ronaldo til dystin í annaðkvøld. Hóast liðskiparin er tríggjar ferðir er kosin til heimsins besta, so er loysnin ikki at mansverja.

Les eisini: Sleppa ikki at síggja Ronaldo venja

- Tað órógvar liðið ov nógv, um vit velja at mansverja Cristiano Ronaldo. Tað er ikki  ein fyrimunur fyri okkum, segði Lars Olsen til venjingina í gjár.

 

Tað var annars gamalt, at tú setti tín besta verjuspælara at mansverja besta spælara á mótstøðuliðnum. Tað er tó ein farin tíð. Nú er lykilin samarbeiði millum verju á miðvøll.

 

- Lykilin er at fáa miðvøllin at hjálpa verjuni at dekka Ronaldo, so at hann ikki sleppur at venda móti málinum við bóltinum. Tá er hann óhugnaliga vandamikil, sigur Lars Olsen.

 

Í 134 landsdystum hevur hann skotið 65 mál. Vónandi legst bara afturat einum av hasum tølunum í annaðkvøld. Rás2 sigur landsdystinum móti Portugal, sum verður mánakvøldið klokkan 19.45.