Leita á in.fo

Tróndur Arge 05.08.2018 (13:11)

Ronaldo ikki við móti Real Madrid

Nógvir venjingardystir eru á skránni hesa dagar, nú tær stóru landskappingarnar fara at byrja aftur. Í nátt spældu eitt nú Real Madrid og Juventus. Ein dystur, sum kundi verið tann fyrsti hjá Cristiano Ronaldo í nýggja felagnum, men sum samstundis hevði verið móti gamla felagnum, Real Madrid.

 

Tað var tó ongin Cristiano Ronaldo á vøllinum, tá dysturin bleiv spældur í USA. Heldur var hann eftir í Italia, har hann venur saman við onkrum av teimum spælarunum, sum hava havt eina longri feriu orsaka av HM-endaspælinum.

 

Real Madrid vann venjingardystin 3-1. Meðan spanska stórtalentið, 22 ára gamli Marco Asensio, skoraði tvey av málunum, so var tað ein annar spælari, ið vísti síni evnir fram.

 

Talan er um 18 ára gamla Vinicius Junior, sum er komin til felagið í summar. Tað er nakað síðani, at hann bleiv keyptur, men skiftið er ikki farið fram fyrr enn í summar. Brasilski spælarin verður mettur sum eitt tað størsta talentið í altjóða fótbólti. Hann vísti fleiri ferðir tekin um góð fótbóltsevnir.

 

Tað verður væntað, at Cristiano Ronaldo spælir sín fyrsta dyst fyri Juventus, tá Seria A byrjar 18. august. Tá spælir Juventus móti Chievo Verona. Real Madrid byrjar sítt landskappingarár 19. august, tá teir á heimavølli taka móti Getafe.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her