Leita á in.fo

Tróndur Arge 11.04.2018 (15:12)

Ronaldo skorar altíð móti Juventus

Í kvøld verða seinnu fjórðingsfinalurnar í Champions League millum Real Madrid – Juventus og Bayern Munchen – Sevilla. Real Madrid er á odda 3-0, meðan Bayern Munchen er á odda 2-1.

 

Les eisini: Sensatión! Barcelona útsligið av AS Roma

 

Real Madrid, sum millum annað er uttan liðskiparan Sergio Ramos, er ávegis til hálvfinaluna í Champions League áttanda árið upp í slag. Tvífaldu Champions League meistararnir tykjast væl fyri í kappingini, sum teir hava vunnið ikki færri enn 11 ferðir tilsamans.

 

Tað var í fyrru fjórðingsfinaluni í Turino, at Cristiano Ronaldo skoraði eftirhondini tiltikna málið, tá saksasparkaði bóltin í málið. Real Madrid er á odda 3-0, men venjarin, Zinedine Zidane, tekur einki fyri givið.

 

- Úrslitið frá fyrra dystinum broytir einki hjá okkum. Tað er bara fyrri hálvleikur av hesi uppgerðini. Hetta er enn ein finala hjá okkum, segði Zinedine Zidane á tíðindafundinum.

 

Cristiano Ronaldo hevur sambært Opta skorað í øllum seks dystunum, sum hann hevur spælt móti Juventus. Samanlagt er tað blivið til níggju mál. Sum hann spælir í løtuni, so er ikki óhugsandi, at hann skorar aftur í kvøld.

 

Tað verður tó uttan hjálp frá Sergio Ramos (leikbann) og Nacho Fernandez, sum er skaddur. Fyri Juventus hava Paulo Dybala og Rodrigo Bentancur leikbann, meðan Andrea Barzagli og Federico Bernardeschi eru ivasamir.

 

Robben ávarar

Bayern Munchen er á odda 2-1 frá fyrru fjórðingsfinaluni í Spania, men Arjen Robben tekur einki fyri givið. Maðurin, ið avgjørdi Champions League finaluna í 2013, heldur fyri, at Sevilla hevur bara ein møguleika og tað er leypa á við øllum teir hava. Tí skulu heimamenninir ansa eftir.

 

Jupp Heynckes, venjari hjá Bayern Munchen, segði á tíðindafundinum, at Jerome Boateng er tøkur til dystin, meðan David Alaba og Arturo Vidal helst ikki spæla, hóast teir hava vant í vikuni. Manuel Neuer og Kingsley Coman eru skaddir. Fyri Sevilla kemur tað væl við, at Ever Banega er tøkur eftir leikbann.

 

Champions League seinnu 1/4 finalur:

Real Madrid (3) – (0) Juventus 19:45

Bayern Munchen (2) – (0) Sevilla 19:45

 

Í gjár:

Manchester City - Liverpool 1-2

Liverpool vinnur samanlagt 5-1

 

AS Roma - FC Barcelona 3-0

AS Roma víðari við fleiri útivallarmálum 4-4


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her