Rooney takkar fyri seg

Hann hevur skorað tvey mál í tveimum dystum fyri nýggja felagið Everton, men enska landsliðið fær onga gleði av honum longur.

 

Wayne Rooney sigur í almennari fráboðan, at hóast Gareth Southgate ringdi og boðaði frá, at hann vildi hava hann á landsliðið, hevur hann nú valt at takka fyri seg á landsliðnum.

- At spæla fyri Ongland hevur altíð verið serligt fyri meg. Hvørja ferð eg fekk álit sum spælari ella liðskipari var ein heiður og eg takki øll, sum hava hjálpt mær. Men eg haldi, at nú er tíðin komin at takka fyri meg, sigur Wayne Rooney sambært Sky Sports.

 

Í síni tíð á enska landsliðnum hevur Wayne Rooney spælt 119 dystir og skorað 53 mál.