Royndur rumeni skal bjarga Viljormi

Vejle BK hevur fingið nýggjan venjara og hann er ikki hvør sum helst

Velje BK hevur í dag kunngjørt, at 46 ára gamli Constantin Galca úr Rumenia verður nýggjur venjari í felagnum. Hann tekur við eftir italska Aldolfo Sormani, ið ynskti at sleppa úr venjarastarvinum.

 

Vejle BK hevur føroyska landsliðsspælaran, Viljorm Davidsen, í hópinum. Felagið liggur aftast í Superliguni og hevur brúk fyri allar hjálp, sum tað kann fáa.

 

Constantin Galca hevur roynt eitt sindur av hvørjum í fótbólti. Sum spælari spældi hann yvir 300 dystir í sponskum fótbólti, vann fýra meistaraheiti í Rumenia við Steaua Bukarest og spældi 68 landsdystir fyri Rumenia.

 

Hann hevur eisini vunnið rumenska meistaraheitið sum venjari hjá Steaua Bukarest í kappingarárinum 2014/2015. Hartil vann liðið tvær steypakappingar. Constantin Galca hevur eisini verið venjari hjá Espanyol í eitt hálvt ár.

 

Vejle BK hevur bara fingið 19 stig fyri 24 dystir í hesum kappingarárinum í Superliguni.