Rudi og Jenny vunnu vektlyftingina

Burn Showdown: Rudi Persson hjá monnum og Jenny Poulsen hjá kvinnum vóru stinnast, tá tað kom til vektlyftingina í Burn Showdown, ið er á Hálsi júst nú

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri stórum Burn Showdown tiltakið í høllini á Hálsi, har kappast verður í ymiskum ítróttargreinum har tað umræður styrki.

 

Í gjárkvøldið var kappast um hvørjir menn og hvørjar kvinnur vóru sterkast, umframt at boksidystir vóru á skránni.

 

Í dag varð byrjað við kapping í sokallaðum Kettlebell, og fyri løtu síðani varð kappast í vektlyfting. Fyrst lyftu vektlyftararnar tað sum verður kallað fyri trekk á føroyskum, ella snatch á enskum. Og síðani varð kappast í tí sum verður kallað fyri stoyt á føroyskum, og cleaning jerk á enskum.

 

Vinnararnir av vektlyftingini hjá monnum og kvinnum vóru Rudi Persson, ið vann hjá monnum, og Jenny Poulsen, ið vann hjá kvinnum. Tey bæði vóru eisini tey einastu, ið høvdu kappast í vektlyfting fyrr, meðan øll hini vóru spildurnýggj. Rudi Persson fekk 243 stig hjá monnunum, meðan Jenny Poulsen fekk 183 stig hjá kvinnunum.

 

Í løtuni verður kappast í tí sum kallast Powerlifting. Stóri munurin á vektlyftingini og powerlyftingini, er at í vektlyftingini verður lyft eitt sindur minni, har størri dentur verður lagdur á eksplosivitet, meðan tað verður lyft meira tungt í powerlyftingini.

 

 

Úrslitini hjá monnum og kvinnum í vektlfyting vóru annars hesi:

Kvinnur

1.     Jenny Poulsen – 183 stig

2.     Elsa Jacobsen – 142 stig

 

Menn:

1.     Rudi Persson – 243 stig

2.     Sámal Jakobsen – 224 stig

3.     Leif á Bøgarði – 218 stig

4.     Eyðun Mortensen – 208 stig

5.     Marius Thomassen – 196 stig

6.     Gudmundur Danielsen – 172 stig