Leita á in.fo

Samrøða við Rúna Nolsøe

Tróndur Arge 20.11.2018 (17:13)

Rúni Nolsøe minnist aftur á Malta 1997

Ein av føroysku áskoðarunum á Malta er fyrrverandi landsliðsspælarin Rúni Nolsøe. Tað bleiv bara til tríggjar landsdystir fyri vágbingin, sum seinni bleiv liðskipari í HB. Ein av teimum var her á Malta í 1997. Ein dystur í HM 1998 undankappingini.

 

Hoyr samrøðuna við Rúna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Tað eru 21 ár síðan, so tað er avmarkað hvussu nógv eg minnist, men eg minnist sjálvandi at vit vunnu 2-1. Minnist at vit koma afturum 1-0 tíðliga í dystinum, og at tað er vánaligt verjuspæl. Vit eru fleiri mans rundanum bóltin, ið kundu havt gjørt okkurt, sigur Rúni Nolsøe, sum tá spældi á miðvøllinum hjá HB.

 

- Vit høvdu Toda Jónsson har frammi. Hann kundi gera nógv einsamallur og bardi seg eisini til eitt straffi, har vit javna til 1-1. Og so skorar hann eisini eitt øgiliga flott mál til 2-1 úr 20 metrum. Annars minnist eg ikki dystin sum ein vælspældan dyst. Haldi heldur ikki, at eg spældi nakran góðan dyst, sigur Rúni Nolsøe, sum tá starvaðist hjá Thomas Dam ítrótti.

 

- Allan Simonsen kom onkuntíð forbí á arbeiðsplássinum og spurdi, um eg ikki hevði hug at spæla á landsliðnum. Tá lá illa fyri hjá mær at spæla á landsliðnum, men hesa ferð segði hann, at eg helst kom at spæla, minnist Rúni Nolsøe afturá.

 

Síðani endaði hann á bonkinum og við tíðini bleiv tað ikki til fleiri landsdystir.

 

- Eg spældi tríggjar landsdystir og vann ein. Tað er ikki ein so galin statistikkur, sigur Rúni Nolsøe brosandi.

 

Vit kunnu vinna

Hann heldur, at føroyska liðið kann spæla væl betri, enn teir gjørdu móti Aserbadjan, har vit leygardagin taptu 2-0.

 

- Eg haldi ikki vit spældu væl móti Aserbadjan. Serliga í fyrra hálvleiki riggar einki, men seinni hálvleikur var betri. Vit hava sæð, at liðið kann spæla betri. Tó síggja vit, at tá vit vænta mest av landsliðnum, so riggar tað ikki, sigur Rúni Nolsøe.

 

Eg trúgvi upp á, at vit vinna 1-0. Tað er ongin orsøk at spæla upp á javnleikin, tí tað kann skjótt enda við at hinir skora, sigur Rúni Nolsøe at enda.

 

Landsdysturin móti Malta byrjar klokkan 19.45 í kvøld. FM1 byrjar at send frá klokkan 18.30.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her