Russland sleppur heldur ikki til Paralympics

Ítróttardómstólurin hevur avvíst kæruni frá paralympisku nevndini hjá Russlandi

Russiskur ítróttur hevur mist mest sum alt trúvirði, eftir at ein frágreiðing fyrr í ár vísti, at russiskir myndugleikar og ítróttarfólk vitandi og við vilja hava snýtt við dopingroyndum og -úrslitum.

 

Leingi var tað ivasamt, um Russland yvirhøvur slapp at vera við í OL, men í evstu løtu valdi IOC at lata tað vera upp til einstøku ítróttarsambondini at taka avgerð um, hvørt russiskir íðkarar skuldu sleppa at luttaka í OL í Rio.

 

Paralympiska nevndin vísti tó ikki nakra náði og útihýsti Russlandi frá Paralympisku leikunum í Rio í septembur. Paralympisku leikirnir eru leikirnir fyri tey, ið bera brek.

 

Russiska paralympiska nevndin kærdi avgerðina til ítróttardómstólin, men hendan kæran er avvíst. Russland er útihýst fyri ikki at hava hildið sínar skyldur sum limaland í paralympisku nevndini, serliga viðvíkjandi skipaðari doping og snýt við dopingroyndum.

 

Avgerðin hjá ítróttardómstólinum merkir, at eingir russiskir íðkarar vera við í Paralympisku leikunum í Rio 7. til 18. septembur.