Russland var hepnast

Vertstjóðin kann fegnast um lutakastið í HM, har eitt land nú er greiðari favorittur.

Í gjár var lutakast um hvørji lið koma at hittast í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í fótbólti í Russlandi næsta summar. Vertstjóðin Russland kann neyvan iðra seg um lutakastið, har teir á pappírinum hava fingið lættasta lutakastið.


Les eisini: Hesi londini hittast í HM


Bólkur A, har Russland er við í, er veikasti bólkurin sambært plássunum á heimsstyrkislistanum. Russland er nummar 65 í heiminum, Uruguay nummar 21, Egyptaland nummar 31 og Saudi Arabia nummar 63. Samlaða styrkistalið er 180.


Sambært styrkismetingini undan lutakastinum, so var Russland eisini heppið. Uruguay var næstveikasta landið í styrkislagi tvey, Egyptaland var triðveikasta landið í styrkislagi trý og Saudi Arabia var veikasta landið í styrkislagi fýra.


Sambært heimsstyrkislistanum er C-bólkurin tann stinnasti. Í tí bólkinum eru Frakland (9), Peru (11), Danmark (12) og Avstralia (39). Tað gevur samlað styrkistal áljóðandi 71, ið er tað lægsta og harvið tað stinnasta í HM.


Eftir lutakastið í gjár hava veddingarfyritøkurnar broytt oddsini eitt sindur. Tær meta nú, at Týskland er greiðari favorittur at vinna HM. Brasilia er mett at hava næstbestan møguleika, meðan Frakland er triðbesta boð upp á ein heimsmeistara.