Salah skiftir til Liverpool

Mohamed Salah fer at spæla í troyggju nummar 9 hjá Liverpool komandi kappingarár

Søgurnar um Roma leikaran, Mohamed Salah, og Liverpool, hava ljóða líka síðani kappingarárið í Premier League endaði fyri eitt sindur meira enn einum mánaða síðani.

 

Men nú bendir alt á, at ein avtala er komin í lag. Sjálvt teir mest álítandi miðlarnir í Bretlandi skriva nú, at Liverpool og Roma nú eru vorðin einig um sølu av Mohamed Salah, sum fer at kosta Liverpool á leið 335 milliónir krónur.

 

Sum skilst fær Mohamed Salah nummar 9 á troyggjuna hjá Liverpool, og fer at skriva ein fýra ára sáttmála. Mohamed Salah skifti til AS Roma á sumri í 2015, tá hann kom frá enska felagnum, Chelsea, har hann ongantíð av álvara megnaði at sláa ígjøgnum.