Leita á in.fo

Tróndur Arge 16.05.2018 (17:49)

Sam fingið fótin

Sam Allardyce hevur fingið fótin í Everton, eftir at hava staðið á odda fyri liðnum síðani 30. novembur 2017. Hann tók tá við eftir Ronald Koeman, men hóast eitt 8. pláss, so hevur kritikkurin heglað omanyvir fyrrverandi enska landsliðsvenjaran.

 

Hann er tiltikin fyri sín fótbólt, sum ikki altíð er so penur fyri eygað. Í Everton tykist hann hava verið fyri kritikki líka síðani hann bleiv settur, eftir at Ronald Koeman bleiv koyrdur. Everton keypti stórt inn til hetta kappingarárið, men fekk illa umsett nýggju keypini til stig.

 

Sam Allardyce hevur eftirfylgjandi latið illa at avgerðini, og heldur fyri, at um hann kom úr onkrum øðrum landi enn Onglandi, so hevði hann ikki verið so illa viðfarin sum venjari. Hann venjari nummar 11, sum verður koyrdur síðani kappingarbyrjan í Premier League.

 

Hinir eru, Frank de Boer (Crystal Palace), Craig Shakespeare (Leicester City), Ronald Koeman (Everton), Slaven Bilić (West Ham), Tony Pulis (WBA), Paul Clement (Swansea), Mark Hughes (Stoke), Marco Silva (Watford), Mauricio Pellegrino (Southampton) og Alan Pardew (WBA).


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her