Leita á in.fo

Tróndur Arge 11.10.2018 (11:35)

Sameindur fótbóltur: Landsliðið tók allar á bóli

Parasport Føroyar hava í longri tíð fyriskipað fótbóltsvenjingar einaferð um vikuna á Tórsvølli, týsdag klokkan 16.30. Spælararnir møta væl upp, og eru ógvuliga raskir at venja, siga fyriskipararnir.

 

Hendan týsdagin hevði A-landsliðið hjá monnum tó lænt venjingartíðina á Tórsvølli, sum liður í fyrireikingunum til landsdystirnar í vikuni móti Aserbadjan og Kosovo. Ungu spælararnir í ”Sameindum Fótbólti” løgdu tó lítið í tað, og fluttu sína venjing yvir á Ovara vøll í Gundadali. Men tað skuldi vísa seg, at teir ikki vóru við sviðið soð. 

 

Venjararnir í Sameinda Fótbóltinum, Páll Mohr Joensen og Rani Debes Christiansen, høvdu frammanundan sett seg í samband við góða vinmann teirra og landsliðsmálverja okkara, Gunnar Nielsen, og spurt, um hann ikki kundi koma at heilsa uppá spælararnar, tá ið landsliðsvenjingin var av. 

 

Eftir lokna landsliðsvenjing gjørdi Gunnar ikki mætari enn, at hála ein stóran part av landsliðshópinum yvir á Ovara vøll, har teir bjóðaðu av til dyst. Hetta varð ein fantastisk løta, og nógv varð lagt fyri, tá ið dysturin skuldi avgerast, verður sagt.

 

- Føroyska A-landsliðið er fantastisk umboðan fyri føroyskan fótbólt. Stuttligt varð, tá ið allir eina løtu bara vóru stórir smádreingir við einum fótbólti, og hugnaðu sær óført saman. Tað eru løtur sum hesar, ið gera at stuðulin til A-landsliðið er treytaleysur - hesum monnunum eru vit øll stolt av, siga venjararnir, Páll M. Joensen og Rani D. Christiansen, og løgdu afturat:  

 

- Eftir loknan dyst varð liðmynd tikin, og nú gleða vit okkum at stuðla landsliðnum á Tórsvølli til komandi dystirnar - koyr á Føroyar, siga venjararnir báðir at enda.

 

Spælararnir í Sameindum Fótbólti vóru eisini sera fegnir um vitjanina.

 

- Tað plagar altíð at vera stuttligt at sparka, men í dag var tað mega gott, sigur ein errin spælari og íðin Føroya-fjeppari, sum spælir við Sameindum fótbólti.

 

Spælararnir løgdu aftrat, at teir seint koma at gloyma júst hesa týsdagsvenjingina.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her