Leita á in.fo

Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í ÍBV vunnu 1-0 á FH og Gunnari Nielsen í steypafinaluni (Mynd: Vísir)

Heri Simonsen 12.08.2017 (21:10)

Samrøða við ein fegnan steypavinnara í Íslandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2 gjørdi beinleiðis til Íslands, har Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs saman við liðfeløgunum í ÍBV vunnu íslendsku steypakappingina í dag.

 

Gunnar Heiðar Þorvaldsson skoraði sigursmálið til 1-0 í 37. minutti. Kaj Leo í Bartalsstovu legði upp til málið, og í teimum seinastu minuttunum var tað bara ein rimmar bjarging hjá Gunnari Nielsen í FH-málinum, sum forðaði Kaj Leo at økja til 2-0. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu var sendur til dopingroynd aftaná finaluna, og tað tók sína tíð hjá Rás2 at koma ígjøgnum til hann.

 

Tað var ein sera fegin Kaj Leo vit fingu fatur í, sum greiðir frá, at tað hevur sera stóran týdning fyri íbúgvarnar úti í Vestmannaoyggjunum, at teir nú kunnu kalla seg steypavinnarar. Nú gleðir hann seg at sleppa út til Heimey at feira sigurin saman við øllum hinum. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her