Leita á in.fo

Sara Maria Johansen og Eva Gunn Niclasen settu orð á 3-0 sigurin ímóti Liktinstein í samrøðu við Óla G. Samuelsen á Rás2

Heri Simonsen 01.05.2018 (15:00)

Samrøður aftaná sigurin á Liktinstein (Rás2)

Liktinstein fekk ikki eitt bein til jørðina, og føroysku U19 kvinnunar vunnu greitt øll settini: 25-15, 25-10 og 25-14, tá liðini møttust í Schaan í Liktinstein í U19 EM-kvinnukappingini í flogbólti fyri smátjóðir.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná trygga 3-0 sigurin á Liktinstein.

 

Sára Maria Johansen, Eva Gunn Niclasen, Jákup William Sivertsen, hjálparvenjari og Andreas R. Zachhau, hagtalsmaður settu orð á tað sum hendi tíðliga i dag.

 

Júst nú spæla Føroyar ímóti Wales. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her