TB eigur yngsta hópin

Aldursforsetin í føroyskum fótbólti eigur yngsta hópin í Effo-deildini higartil í ár


Teitur Olsen (TB) er ungur og evnaríkur verjuleikari hjá TB

Teitur Olsen (TB) er ungur og evnaríkur verjuleikari hjá TB

Elsta felagið í føroyskum fótbólti eigur yngsta hópin í Effo-deildini higartil í 2015. Við einum samlaðum miðalaldri á 22,88 ár er hópurin hjá TB tann yngsti í Effo-deildini teir fyrstu 23 dystirnar í ár.

Elsta hópin eigur ÍF, har miðal aldurin er 26,83 ár.

 

Tølini eru bert galdandi fyri teir leikarar, ið hava verið á vøllinum fyri sítt felag í verandi kappingarárið.

 

Merkisvert er eisini, at tey trý botnliðini, EB/Streymur, FC Suðuroy og AB, eru tey trý feløgini, ið hava brúkt flest leikarar í hesum kappingarárinum. Hetta er tó einki óvanligt, tí at størri skifting er ofta á liðum, ið tapa nógvar dystir. Øll trý, EB/Streymur, FC Suðuroy og AB hava nýtt 27 leikarar higartil í hesum kappingarárinum.

 

NSÍ er tað felagið, ið hevur brúkt fæst leikarar í hesum kappingarárinum. Einans 21 leikarar hava umboða NSÍ í teimum fyrstu 23 umførunum.

 

Tað er eisini merkisvert at B36 – sum helst kemur at vinna Føroyameistaraheitið -  í ár hevur ein munandi lægri miðal aldur, enn teir høvdu farna kappingarár. B36 hevur í ár ein miðal aldur uppá 23,75 ár, meðan teir í fjør høvdu ein miðal aldur uppá 24,04 ár. Í 2011 tá B36 eisini vann FM var miðal aldurin í hópinum 24,09 ár, og kann hesin hópurin tí vera tann yngsti B36 hópurin í nýggjari tíð, sum vinnur eitt FM heitið fyri felagið.

 

 

Samlaða talvan fyri nýttar leikarar og fyri miðal aldur sambært www.faroesoccer.com sæst niðanfyri her:

 

B36: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 23,75 ár

 

NSÍ: Brúkt 21 leikarar = Miðal aldur 24,29 ár

 

Víkingur: Brúkt 22 leikarar = Miðal aldur 26,09 ár

 

HB: Brúkt 23 leikarar = Miðal aldur 25,00 ár

 

KÍ: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 24,83 ár

 

ÍF: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 26,83 ár

 

TB: Brúkt 24 leikarar = Miðal aldur 22,88 ár

 

AB: Brúkt 27 leikarar = Miðal aldur 25,48 ár

 

FC Suðuroy: Brúkt 27 leikarar = Miðal aldur 24,07 ár

 

EB/Streymur: Brúkt 27 leikarar = Miðal aldur 22,96