Samrøður við nøgdar silvurvinnarar (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Turið Búadóttir og Sáru Vatnhamar


Her sæst føroyska U19 landsliðið taka eitt timeout (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Her sæst føroyska U19 landsliðið taka eitt timeout (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti riggar nú av aftaná fýra dystir í EM-kappingini fyri smátjóðir, har Føroyar vunnu 3-1 á Skotlandi og 3-0 á bæði Liktinstein og Wales í dag. Ígjár gjørdist tó talan um eitt 1-3 tap ímóti Luksemborg, ið er eina tonn betri enn tað føroyska liðið.

 

Føroyska liðið er tó ungt, og fleiri hava aldur at verða við til U19 kappingar komandi ár, so tað sær lovandi út hjá føroyska liðnum.

 

Turið Búadóttir og Sára Vatnhamar, ið eru tveir av føroysku spælarunum staðfestu í beinleiðis samrøðu við Óla G. Samuelsen á Rás2, at tær eru væl foreintar við at fáa silvurheiðursmerki.

 

Hanna Helena Weihe Simonsen, ið var viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Óla G. Samuelsen heldur, at talan er um eitt gott føroyskt liðavrik. Tí til aðrar kappingar hevur tað ikki hingið líka væl saman leikliga, men hesar U19 kvinnurnar vístu sítt virðið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Turið Búadóttir og Sáru Vatnhamar. Hoyr eisini samrøðurnar Óli gjørdi við Honnu Helenu Weihe Simonsen og samrøðuna Óli gjørdi við føroyska hagtalsmannin Andreas L. R. Zachau.