Viljormur situr uttanfyri

Vejle fær seinnapartin vitjan av felagnum hjá Teit Jacobsen


Klokkan 15 hittast Vejle og SønderjyskE í Vejle. Vetrarsteðgurin er av, og felags fyri hesi bæði liðini er, at tey næstu vikurnar fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Vejle er næstaftast við 16 stigum, og SønderjyskE er fjórði aftast við 22 stigum.

 

Felags fyri hesi bæði feløgini er eisini, at ein føroyingur er á spælaralistanum. Viljormur Davidsen umboðar Vejle, og Teit Jacobsen. Dysturin verður vístur á TV3Sport, men tað er longu greitt, at hvørki Viljormur ella Teit verður at síggja ídag.

Viljormur Davidsen er leikbannaður, meðan Teit Jacobsen ikki er komin seg heilt eftir skaðan, sum helt honum burtur frá fótbólti síðsta kappingarár.