Santos uttan felag

Alex José dos Santos heldur ikki fram í ÍF

Alex José dos Santos heldur ikki fram í ÍF, har hann spældi í fjør. Vinstri bakkurin, sum eisini hevur spælt við B36, HB og EB/Streymi í Føroyum, er tó sinnaður at spæla komandi kappingarár.

 

- Tað er rætt, at eg ikki haldi fram í ÍF, men eg eri sinnaður at spæla komandi kappingarár, um rætti møguleikin kemur á borðið, sigur Alex José dos Santos við In.fo.

 

35 ára gamli vinstri bakkurin, sum er føddur og uppvaksin í Brasil, spældi næstflestar minuttir fyri ÍF farna kappingarár. Hann var við í 26 av 27 av dystunum í Effo-deildini.