Leita á in.fo

Pætur Albinus 17.08.2017 (17:53)

- Sáttmálin er ikki uppsagdur

Fyrr í dag skrivaði in.fo, at sáttmálin ímillum TB/FCS/Royn og Poul Ingason er uppsagdur, men hesum tíðindunum vísir formaðurin í TB, Henrik Thomsen, aftur.


Hann sigur, at TB, sum partur av felagsliðnum, hevur ábyrgdina av sáttmálanum við Poul Ingason, og at hann einki veit um, at sáttmálin skal vera uppsagdur.


21 ára gamli áleyparin, sum í ár eisini hevur verið royndur í miðverjuni, varð heldur merkisvert útskiftur eftir einans 14 minuttir í útidystinum ímóti KÍ tann 23. juli.

 

Maurice Ross, venjari hjá TB/FCS/Royn, segði við Sosialin eftir tann dystin, at útskiftingin varð framd tí at hann var skaddur, og at tað ikki lá meira í tí.


Fýra dagar seinni hevði TB/FCS/Royn vitjan av Víkingi. Tá byrjaði Poul Ingason á bonkinum, og síðani tað hevur hann einans verið at sæð á næstbesta liðnum.


Hann venur ikki við besta liðnum í løtuni, og sum in.fo skilir tað nú, so er tað ikki ósannlíkt, at hann og TB/FCS/Royn í næstum fara hvør til sítt.


Poul Ingason er uppvaksin har suðuri, men hann spældi eisini hálvt triðja ár við HB fram til hann síðsta summar skifti heimaftur til TB.


Hann hevur í ár skotið fýra mál í 17 dystum fyri besta liðið hjá TB/FCS/Royn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her