Leita á in.fo

Heri Simonsen 03.11.2018 (21:15)

Seinasta heitið hjá Guðjóni Þórðarsyni var vunnið í 2002

Nýggi høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Guðjón Þórðarson hevur eins og høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson vunnið nógv heiti í íslendskum fótbólti. Guðjón Þórðarson hevur fleiri royndir sum venjari uttanlands enn Heimir Guðjónsson, men meðan tað eru bert tvey ár síðani, at Heimir vann meistaraheitið í Íslandi við FH, og fáar vikur síðani Heimir vann FM-gull í Føroyum, so er tað rættiliga langt síðani, at Guðjón Þórðarson vann eitt heitið sum fótbóltsvenjari.

 

Guðjón Þórðarson vann seinast í áttatiárunum og í nítiárunum fýra íslendsk meistaraheiti við KA, Akranesi og KR, umframt at vinna íslendsku steypakappingina fýra ferðir. Men Guðjón Þórðarson hevur ikki vunnið nakað heitið í íslendskum fótbólti síðani 1996.

 

Haraftrat hevur Guðjón Þórðarson ikki verið virkin sum venjari síðani hann vandi núverandi liðið hjá René Shaki Joensen, Grindavík afturi í 2012.

 

Seinasta heitið Guðjón Þórðarson vann var uppflytingarfinalan í triðbestu ensku fótbóltsdeildini, tá lið hansara, Stoke vann 2-0 á Brentford í uppflytingarfinaluni á Millenium leikvøllinum í Cardiff. Hetta var í mai í 2002. Guðjón Þórðarson er eisini søguligur í Stoke City sum tann fyrsti høvuðsvenjarin hjá Stoke City sum ikki var breti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá uppflytingarfinaluni millum Stoke City og Brentford í mai í 2002. Innslagið er frá íslendskum sjónvarpi. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her