Leita á in.fo

Semir Hadzibulic hevði ynskt, at hann skoraði fleiri mál ímóti B36 í dag (Mynd: nordlysid.fo)

Heri Simonsen 19.03.2017 (19:50)

Semir hevði ynskt at skorað fleiri mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Semir Hadzibulic, sum legði KÍ á odda við einum dreymahøggi seint í fyrra hálvleiki.

 

Semir Hadzibulic er serliga fegin um fyrra hálvleik, har hann heldur, at KÍ stóð seg væl. Hann er minni nøgdur við seinna hálvleik.

 

Semir Hadzibulic er glaður fyri at skora eitt gott mál, men hann iðrar seg um, at hann ikki fekk okkurt skot at sita á málmeskunum hjá B36 í dag.

 

Um brotssparkið, sum førdi til, at B36 javnaði hevur Semir Hadzibulic ikki nakran serligan hug at úttala seg um.