Leita á in.fo

Jóannes Hansen 15.04.2018 (10:35)

Sera soltið í Sørvági

Fyri fjórðu ferð higartil í unga kappingarárinum eigur 07 Vestur seinnapartin heimavøll, tá ið B36 verður gestur á Dungasandi.

Higartil hevur tað ikki vignast væl hjá 07 Vestur, sum bara hevur vunnið eitt stig – 1-1 á Argjum. Allar fýra ferðirnar er tað endað við tapi á heimavølli.

Hóskvøldið lagaði tað seg so stak væl fyrstu løtuna, tá ið talvan eftir seytjan minuttir vísti 2-0 ímóti KÍ, sum kortini megnaði at svara aftur og vinna 3-2.

Hóast tapið heldur 07 Vestur venjarin, at avrikið hóskvøldið var gott.

-Vit iðra okkum um, at góða avrikið ikki bar úrtøku við sær. Tølini siga, at álopsspælið riggaði, tí tað skal leitast aftur til einaferð síðsta summar at finna síðsta dømi um, at lið hevur megnað at skora tvey mál ímóti KÍ, og vit spældu okkum eisini til aðrar møguleikar. Tíverri bar hetta ikki stig við sær, tí hugburðurin var góður, og vit góvu ikki nógvar møguleikar frá okkum. Men smá mistøk verða sektað, og vit vóna, at tey verða lúkað burtur. Vit hava gjørt nógv rætt ímóti bæði NSÍ og KÍ. Um vit halda fram soleiðis, so eiga vit at vinna stig, og vónandi verður tað longu í dag ímóti B36, sigur Pauli Poulsen.

Ímóti KÍ var miðverjin Ndende Adama Guéye ikki á listanum, og veteranurin Tór-Ingar Akselsen var fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu. Hann var vongverji í høgru.

 

Tað var ein øgiligur lætti og fagnaður í B36 leguni, tá ið tað hóskvøldið og í evstu løtu eydnaðist at skora til 1-0 á heimavølli ímóti Suðringum. Burtursæð í trivaliga 3-0 sigrinum á Skála hevur tað gingið striltið hjá B36 at umseta yvirvág í spæli og møguleikum til mál. Tað er stórur saknur í Patriki Johannesen, sum í fjør var B36 toppskjútti við sekstan málum, og sum nú roynir seg í norskum fótbólti.

-Vit gleða okkum til at spæla í Sørvági ídag. Fleiri spælarar hava verið skaðadarvaðir. Tað hevur givið ungum og røskum monnum, sum eru uppvaksnir í felagnum møguleikan, og teir hava víst fínan hugburð. Tað rokni eg eisini við, at teir fara at gera ídag, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Millum skaðaplágaðu B36 spælararnar er Róaldur Jakobsen, sum annars plagar at skipa álopsspælið. Merkisvert var tað, at bæði Lukasz Cieslewicz og Kaimar Saag hóskvøldið vórðu skiftir út, tá ið tað galt um at mynda møguleikar í roynd at skora sigursmálið.

Odmar Færø fór hóskvøldið skaddur av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her