Leita á in.fo

Ásleyg Súnadóttir og Kyndil kunnu taka eitt stórt fet móti finaluni við einum sigri á H71

Sjúrður Hildarson Hoydal 14.03.2019 (13:15)

Sera týðandi umfar hjá kvinnunum í kvøld

Alt bendir á, at stríðið um næstfremsta plássið í SMS-deildini, ið helst gevur atgongd til FM-finalurnar móti VÍF, verður spennandi til tað síðsta.

 

Hvørt umfar verður av ovurstórum týdningi, har hvørt stig fer at telja í kappingini millum Neistan, H71 og Kyndil. Umfarið í kvøld er einki undantak, tá ið tveir dystir eru á skránni klokkan 18.30 í Havn og í Klaksvík.

 

Les eisini: Siga frá Kyndil - H71 klokkan 18.30 í kvøld

 

Stóri dysturin er á Hálsi í kvøld, har Kyndil tekur móti H71. Eftir framúr góðu steypakappingina og sigrinum á Neistanum sunnudagin, er lætt at hugsa sær at Kyndil er størsti favoritturin til finaluplássið.

Eftir sera góðu kyndilsgongdina í langa tíð vísti seinna hálvleikur móti Neistanum sunnudagin, Kyndilsliðið er ikki lýtaleyst. Tað var um reppið, at ein tryggur sigur var tveittur burtur í einum seinna hálvleiki, har Kyndil var trýst til eina ørgrynnu av mistøkum.

 

Hóast at tær verða skýrdar favorittar, liggja kyndilskvinnur heilt niðri á fjórða plássinum. Men tær kunnu taka eitt risafet móti finaluni við einum sigri í kvøld.

 

H71 liggur í løtuni á triðfremsta plássinum, eitt stig aftanfyri Neistan. Hetta er úrslit av sera góðu byrjanini hjá ungu hoyvíkskvinnunum, ið hava havt tað trupult síðani ársskifti. H71 hevur leingi leitað eftir einum sigri á teimum fremstu liðunum, og tað hevur ofta verið nær við. Seinast í steypakappingini, tá ið liðið tapti við einum máli móti VÍF og tveimum móti Kyndli.

 

Neistin hevði ikki eina góða steypakapping, men liggur framvegis á finaluplássinum í landskappingini. Í steypakappingini var óstøðuga neistaliðið koppað av Stjørnuni, og í kvøld leita tær bláu úr Havn sær hevnd í Klaksvík.

 

Neistin hevur - serliga í verjupartinum - eitt rættiliga høgt støðið, men tað er ov ofta at hetta ikki verður rokkið.

Seinasta sunnudag var um reppið at Neistin framdi eitt øgiligt comeback móti Kyndli, og spæla tær aftur sum tær gjørdu tann seinna hálvleikin, verður trupult hjá Stjørnuni at hótta Neistan í kvøld. Spælir Neistin hinvegin sum tær gjørdu í fyrra hálvleiki sunnudagin, so er lætt at hugsa sær at stigini liggja eftir í Klaksvík.


Dysturin Kyndil - H71 verður leiktur í Høllini á Hálsi klokkan 18.30 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.


Dysturin Stjørnan - Neistin verður leiktur í KÍ-Høllini klokkan 18.30

 

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 15 442 336 106 26
2 Neistin 14 326 289 37 17
3 H71 14 361 344 17 16
4 Kyndil 13 309 315 -6 15
5 Stjørnan 13 298 319 -21 9
6 StÍF 15 290 423 -133 1

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her