Leita á in.fo

André Olsen verður vertur fyri serligu Europa League/Champions League sendingini á Rás2

Heri Simonsen 18.06.2017 (22:25)

Serlig Europa League/Champions League sending á Rás2

Í morgin fáa vit staðfest hvørjum liðum NSÍ, KÍ og B36 skulu møta í Europa League undankappingini, og hvønn Víkingur skal møta í Champions League undankappingini.

 

Í samband við Europa League lutakastið og Champions League lutakastið fer Rás2 at hava eina serliga sending frá klokkan 11.05, har høvuðsvenjarin hjá HB, Sigfríður S. Clementsen vitjar í Rásarúminum.

 

Vertur verður André Olsen, og hann fer at ringja til umboð fyri NSÍ, KÍ, Víking og B36, tá tað er greitt hvørji lið hesi skulu møta. Sent verður til útum klokkan hálvgum eitt. Tó verða tíðindi á Rás2 millum klokkan 12 og 12.15.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr André Olsen greiða frá sendingini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her