Leita á in.fo

Frá vinstru Alvi Hjelm, Niels Nattestad, Bartal E. Eidesgaard og Óli Mortensen. Mynd: svimjing.com

Hallur av Rana 09.06.2018 (13:16)

Settu føroyskt met

Føroyameistarastevnan á langgeil er í hesum døgum í Páls høll í Vági og sum vanligt er, tá ið okkara bestu svimjarar hittast, verða ymisk gomul met tikin.


Eitt met bleiv tikið í gjár, tá besta mansliðið hjá Havnar Svimjifelag setti nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir svumu teinin upp á 4:11.85.


Teir fýra sum mannaðu liðið hjá HS vóru Óli Mortensen, ið svam 100 metra rygg við tíðini 1:03.92, Alvi Hjelm, ið svam 100 metra bringu við tíðini 1:09.55, Niels Nattestad, ið svam 100 metra firvald við tíðini 1:02.37, og Bartal E. Eidesgaard, ið svam 100 metra frí við tíðini 56.01.


Gamla metið á teininum átti Suðuroyar Svimjifelag við tíðini 4:12.18 og bleiv tað sett á FM á langgeil fyri tveimum árum síðan. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her